Kalt vatn til kvinnurnar

Páskasiðirnir kring heimin eru ymiskir. Onkrastaðni verða fólk krossfest til minnis um deyða Jesusar, og aðrastaðni verða stórar skrúðgongur hildnar. Í Slovakia hava tey tann siðin, at ungir menn tveita kalt vatn á kvinnur. Afturfyri fáa menninir málað egg frá kvinnunum sum eina tøkk og eitt prógv um fyrigeving. Á myndini er tað ein kvinna í Kosice, sum verður oyst undir í køldum vatnið annan páskamorgun – og so skuldi hon verið vakin.