Eitt lágtrýst við Ísland fer í ein landnyrðing og tað tilhoyrandi brúgvalagið fer komandi døgnið fram við Føroyum úr útsynningi. Sìðani heldur óstøðuga veðrið fram, stundum við nógvum vindi.
Í morgun makar hann vindin nakað niður í strúk í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, út á dagin í støðum upp í storm, 23 m/s, við hørðum hvirlum. Nógv regn, men seinnapartin klárar í av vestri, tó verða nøkur ælið og hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið snarar hann vindin sum frá líður í ein vestan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Út á náttina makar hann aftur vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin fellur til millum 1 og 4 hitastig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum um náttina makar niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella heglingur og hitin um 5 stig, um náttina niður í 2 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um 4 stig. Um náttina yvirhøvur turt og klárt og hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men út á dagin skýggjað og um kvøldið regn av vestri og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Tað klárar í úr vestri, tó okkurt ælið, møguliga vátaslettingur, og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Leygardagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sunnanfyri eitt skifti upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella heglingi, og hitin millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um dagin makar nakað og um náttina verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella heglingi. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í frostmarkið.