Eitt lágtrýst, um 970 hPa, liggur yvir Íslandi og fer spakuliga í ein vestan og fyllist. Óstøðug og lýggj luft streymar framvegis inn yvir Føroyar av suðri og vestri. Sunnudagin mennist eitt nýtt lágtrýst millum Grønland og Ísland, og tilhoyrandi hitabrúgvin kemur mánadagin inn yvir Føroyar av útsynningi. Týsdagin fer ein hátrýstsryggur framvið av útsynningi, men nýggj brúgvaløg og lágtrýst nærkast sum frá líður av vestri.
Veðrið í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum heglingur. Hitin millum 2 og 5 stig. Í kvøld og í nátt gul til stívt andøvsgul av suðri, seinni útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst heglingur og hitin millum 2 og 5 stig.
Í morgin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, seinni av vestri og sunnunáttina lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur. Hitin um 6 stig, um náttina millum 0 og 5 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum snarar í landsynning út á dagin. Fyrrapartin okkurt einkult æl í støðum, lutvíst vátaslettingur ella kavi, men sum frá líður yvirhøvur turt og møguliga sólglottar. Hitin millum 4 og 6 stig. Mánanáttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn, serliga á syðru oyggjunum. Hitin millum 5 og 7 stig.
Mánadagin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina snarar í vestan og útnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað, támut og stundum regn, men út á náttina klárar í. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 4 og 6 stig.
Týsdagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s, um náttina av suðri, Fyrst regn, men sum frá líður klárar í og kanska sólglottar. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 0 og 5 stig, í støðum frost.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Fyrst turt og sólglottar, um náttina meiri skýggjað og regn. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.