Kalt og turt komandi dagarnar

Køld luft streymar inn yvir Føroyar av norðri. Týsdagin fer eitt brúgvalag av vestri framvið og sendir eitt skifti lýggja og slavna luft inn yvir Føroyar, men hósnáttina fer eitt nýtt brúgvalag framvið av vestri og sendir aftur kalda luft inn yvir okkum av útnyrðingi.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein norðan og landnyrðing og makar niður í eitt lítið lot, undir 5 m/s. Serliga fyrrapartin verða kava- ella vátaslettingsæl, annars turt og sólglottar. Hitin upp í 5 stig. Í nátt lækkar hann í ein landsynning og sunnan og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Tað heldur sær turt, men dregur samanum og hitin fellur til millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og út á dagin regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið hækkar hann í ein vestan og makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Tað klárar í og um náttina verður turt. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella sirm, og hitin millum 6 og 8 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Eitt skifti regn, annars turt og skýggjað. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina hækkar hann í útnyrðing og makar eitt vet. Fyrst skýggjað og turt, men sum frá líður klárar í, tó ælaveður, so við og við við vátaslettingi ella kava. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður, antin sum regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 4 stig, um náttina um frostmarkið.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta skýggjað ,men okkurt æl, antin við regni, vátaslettingi ella kava. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.