Kalt og stilt var eina nátt

Familjan Smith syngur nýggjan jólasang eftir Jón Absalonsen og Óla Jákup Jacobsen

Aftur í ár verða smíðaðir nýggir jólasangir, og nýggjasti jólasangur í føroyska savninum er sangurin Kalt og stilt var eina nátt.

Tað er Jón Absalonsen, ið hevur smíðað lagið, og  Óli Jákup Jacobsen hevur skrivað tekst.

Tónleikararnir, ið týða orð og lag til tónleik, er familjan Eli og Brita Smith við børnunum Napoleoni og Sigrun.

Napoleon fekk sangin sendandi frá Óla Jákupi, ið er vinmaður hansara, og av tí, at eingin hevði áður sungið sangin, gjørdi Napoleon av gera eina roynd við familjuni við nýggja sanginum.

– Ongin hevði sungið hann fyrr, so foreldrini (Eli og Brita), eg og systir mín Sigrun nýttu høvið at læra okkum at syngja hann og samstundis at senda vinum og kenningum eina jólaheilsu í hesum tíðum, har ið eisini okkara familja er spjødd yvir fleiri lond. Lati okkum ikki gloyma einføldu gleðina hjá hirðunum á markini og leggja av okkum syndabyrðina. Gleðilig jól, sigur Napoleon Smith um nýggja jólasangin.

<iframe width="853" height="480" src="https://www.youtube.com/embed/IlSyyaiByHo" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; clipboard-write; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>

 

Kalt og stilt var eina nátt

á mark, har hirðar lógu.

Bjørt ein glæma lýsti brátt,

og eingil Guds teir sóu.

Óttafullir vórðu teir og høvur vildu fjala.

Skulvu alsamt meir og meir og fingu ikki talað.

Brúgv : "Óttist ikki, lurtið væl. Í dag er føddur drongur.

Hoyrið gleðiboð so sæl, tí hann er konga kongur."

Øll vit kunnu gleðast so,

tá tungar gerast byrðar.

Fyrst at hoyra jólaboð,

tað vóru nakrir hirðar.

Orð: Óli Jákup Jacobsen. Lag: Jón Absalonsen.