Ein kaldur streymur av óstøðugari luft við ælaveðri liggur yvir okkum. Langafríggjadag fer eitt minni lágtrýst framvið av útnyrðingi.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, sum út á dagin makar niður í lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og vátaslettingur ella kavi, um náttina yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin um 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 stig, í støðum frost.
Skírhósdag
Lot til andøvsgul av landnyrðingi og landsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið, men sum frá líður meiri skýggjað. Hitin millum 3 og 5 stig. Um náttina snarar hann í ein útsynning og øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, vátaslettingur ella kavi, men út á dagin klárar í, tó framvegis ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Langafríggjadag
Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, seinnapartin øtlandi í andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, seinni norðri, 7 til 12 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við kava ella heglingi. Hitin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 stig, í støðum frost.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar nakað. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Páskadag
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga kavi ella vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
2. páskadag
Lot til andøvsgul av norðri, sum lækkar í ein eystan og landsynning, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.










