Kalt og kavi í væntu

Eitt hátrýst í ein útsynning úr Írlandi fer í ein landsynning og loyvir í dag brúgvaløgum við lýggjari og slavnari luft av vesturætt. Mikudagin føra brúgvaløgini seg í ein sunnan og køld polarluft við ælum streymar inn yvir okkum av norðri. Sum frá líður verður vátaslættingur og kavi. Samstundis mennist eitt dýpt lágtrýst, sum fer í ein landnyrðing millum Skotland og Føroyar. Tað fer víðari til Skandinavia og frá hósdegnum blæsir sera køld luft við vetrarveðri oman yvir okkum av norðri.

 

Í dag

Skýggjað og regn og andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Út á fyrrapartin slítur í og hitin um 8 stig. Í kvøld og í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sum í nátt makar nakað og hækkar í norðan norðanfyri. Regn og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Í morgin

Hann makar vindin í lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í av norðri. Hitin millum 5 og 8 stig, heitast sunnanfjørðs. Um náttina frískar hann vindin upp í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og aftur regn. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Nógv regn, men út á náttina klárar í, tó okkurt ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Hósdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av norðri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, mest vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 4 kuldastig og 2 hitastig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, mest vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 stig, um náttina niður í 4 kuldastig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum makar niður í eitt lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Fyri tað mesta klárt og sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í 5 kuldastig.