Fyrr í kvøld bóru vit veðurtíðindini hjá veðurmanninum hjá Rás2, Petur Skeel Jacobsen, sum ongastaðni í Føroyum uppundir endan av hesi vikuni segði kaldari veður enn millum 1 og 4 stig - og í morgin fer hitin at liggja millum 9 og 12 stig.
Men í Noregi bíða tey eftir øðrvísi - og kaldari - veðri, enn vit gera her heima í Føroyum. Fáa staðni í landinum fer hitin teir næstu dagarnar at liggja oman fyri frostmarkið og har, tað verður kaldast, er væntandi, at kuldastigini fara heilt niður á minus 15 stig.
Norðmenn vænta eisini kava, og har mest fer at koma niður í norðara parti av landinum, er væntandi, at talan helst verður um ein hálvan metur av kavaavfalli.