Kalt og kavi næstu dagarnar

Eitt lágtrýst, sunnan fyri Ísland, fer í ein eystan og fer sunnudagin framvið beint sunnan fyri Føroyar. Síðani streymar køld luft við vetrarælum aftur niður yvir Føroyar av norðri. Mitt í næstu viku gerst veðrið støðugari eitt skifti orsaka av einum hátrýstsryggi, men móti vikuskiftinum koma væntandi nýggj lágtrýst yvir okkum av vestri og hava regn við sær.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, seinni andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, vátaslettingur ella kavi og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið hækkar hann í ein norðan og í nátt verðu andøvsgul upp í ein strúk únyrðingi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, men tó verða framvegis kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 4 kuldastig og 1 hitastig.

 

Í morgin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið upp í 3 hitastig.

 

Týsdagin

Hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, seinni útnyrðingi. Móti nátt makar hann aftur vindin til eitt lítið lot, undir 5m/s. Alt døgnið verður samdrigið og okkurt regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig, um náttina úr frostmarkinum upp í 4 hitastig.

 

Mikudagin

Eitt lítið lot av ymsum ættum, seinni av vestri, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 2 og 7 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi ella útsynningi, 2 til 7 m/s, sum um náttina lækkar í ein sunnan. Skýggjað og okkurt regn- ella vátaslettingsæl, serliga um náttina. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av vestri. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina um 5 stig.