Ein hátrýstsryggur yvir Føroyum viknar. Í morgin fer eitt lítið lágtrýst, sum liggur norðan fyri Føroyar, spakuliga í ein sunnan. Leygardagin og sunnudagin liggur eitt lágtrýstsøki yvir og í ein útsynning úr Írlandi mest sum í stað, og køld luft streymar inn yvir Føroyar av eystri og landnyrðingi. Í næstu viku mennast fleiri smá lágtrýst í Norðhavinum.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s, í nátt eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin um frostmarkið, í nátt niður í 3 kuldastig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s, um náttina mest av suðri og landsynningi og í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Sólglottar, men møguliga kavaæl, serliga í Norðoyggjum. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Leygardagin
Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sólglottar, men sum frá líður kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin millum 1 og 4 stig, um náttina niður í frostmarkið.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 1 og 4 stig.
Mánadagin og týsdagin
Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina frost í støðum.










