Kalt men yvirhøvur turt komandi dagarnar

Petur Skeel, veðurfrøðingur, boðar frá ælingi og hita millum fimm og átta stig, tað, ið eftir er av vikuni.

Tað verður kalt restina av vikuni. Petur Skeel, veðurfrøðingur, væntar, at hitin verður millum fimm og átta stig alla vikuna.

 

Mikudagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av landnyrðingi og sólglottar, men eisini ælingur.

 

Hósdagin andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt æli.

 

Fríggjadagin andøvsgul pp í ein strúk av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar.

 

Um vikuskifti verður tað gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi og sólglottar, men kanska okkur æli.

 

Mikunáttina stóð eitt lágtrýst, 987 hPa. yvir Norðsjónum mestsum í stað og brúgvalagið kom hendavegin.

 

Hósnáttina fer brúgvalagið við Føroyar spakuliga vestureftir.