Keypmannahavn: Flestu okkara hava bestan hugin at halda okkum innandura í kalda vetrarveðrinum. Seinastu dagarnar hevur verið kalt, og onkra náttina hava hitamátararnir rokkið heili 16 kuldastigum. Kortini eru summi, sum njóta kuldan. Millum annað í djóragarðinum í Keypmannahavn síggjast hesar dagar djór, sum stuttleika sær í kavanum og stórtrívast í kuldanum. Sosialurin var ein túr í Zoologisk Have við myndatólinum. Um tú veitst onkran føroying, sum arbeiðir í garðinum, ger so væl at siga okkum frá.