Danska veðurstovan DMI roknar við einum køldum degi í dag, men longu í morgin verður lýggjari aftur.
DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av landnyðringi, út á seinnapartin av ymsum ættum. Tað verður turt, og sólin kagar fram. Hitin næsta døgnið verður millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Fríggjadagin verða 3-8 m/s av útsynningi, í løtum upp í 10 m/s. Skýggjað og turt, men sum frálíður ælaveður. Hitin verður 1 til 4 hitastig, men veksur upp í 4 til 7 stig.