Kalsoyingar hava nøktandi samband

- Grundarlag er ikki longur fyri meiri enn tveimum farmatúrum til Kalsoynna um vikuna, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður.

Kalsoy: - Eg haldi sjálvur, at Kalsoyggin hevur eina góða tænastu frá Strandferðsluni, serliga tá ein hugsar um avmarkaða fólkagrundarlagið.
- Kalsoyingar hava ikki verri samband enn onnur útjaðaraøki, sigur innlendismálaráðharrin, Jógvan við Keldu.
Hann sigur hetta í samband við ein fyrispurning frá tingmanninum Karstin Hansen. Hesin vildi hava at vita, hví farmaflutningurin millum Klaksvík og Syðradal nú var skorin so ógvuliga langt niður.
- Meðan 90 ára gamli Barsskor var í rutu tóku teir farm fimm dagar um vikuna, og ofta upp í tríggjar ferðir um dagin.
- Men síðani nýggja ferjulegan á Syðradali kom er farmaflutningurin skorin úr átta túrum niður í bert tveir um vikuna, vísti tingmaðurin á.
Men landsstýrismaðurin hevði sínar grundgevingar fyri hesi avgerðini.

Ikki verri fyri
Jógvan við Keldu segði, at tað ongatíð hava verið átta farmatúrar um vikuna til Kalsoynna.
- Túratalið við farmi til Kalsoynna er minkað úr fýra niður í tveir túrar um vikuna, eftir at ferjulegan á Syðradali varð tikin í nýtslu. Og hetta hevur eisini sína orsøk.
- Orsøkin til hesa lækkingina er, at MBM hevur sagt upp sáttmálan við Strandferðsluna. Nú heintar felagið sjálvt mjólkina í oynna, vísti Jógvan við Keldu á, tá fyrispurningurin varð svaraður.
Umframt hetta ger tað títta sambandið og møguleikin hjá fólki at hava egnan bil við, at fólk sjálvi taka farmin við. Tí er grundarlag ikki fyri fleiri enn teimum tveimum túrunum um vikuna.
Jógvan við Keldu vísti eisini á, at umframt teir báðar farmatúrarnar so er eisini ein túrur, har møguleiki er at flyta smærri nøgdir av farmi við bussinum.
- Og so kann eg eisini nevna, at kalsoyingar ikki eru verri fyri enn onnur útjaðaraøki, sum hava flutning 1-3 ferðir um vikuna, segði innlendismálaráðharrin.
Hann vísti eisini til samgonguskjalið, har sagt verður at tænastustøðið er og skal verða so høgt um gjørligt eftir teirri játtan, sum givin verður á hvørjum ári.
- Sjálvur meti eg, at vit miða eftir at allir borgararnir fáa nøktandi tænastustig!