Tað valdar fulkomiliga ruðuleiki í hjá teimum, sum mugu um firðir og sund.
Sjálvur ferðist eg um Nólsoyarfjørð dagliga, og her er so heldur eingin farleið, sum lítast kann á.
Eg skal ikki gloyma hinar oyggjarnar, ið einans hava skip og ongan koyriveg til meðingøkið.
Tí spyrji eg bara, hvat skal men gera fyri at fáa fornýggjað skipaflotan hjá Strandferðsluni?? Og tá meini eg vil allan flotan, eisini Mykines og Skúvoy umframt tey skip ið eru nýggj í dag.
Tað kann væl vera, at landið er á knøunum fíggjarliga, men hvussu ber tað til, at politikarnir kunnu byggja spælistøð, ítróttarhøll og mangt annað sum als ikki hevur skund.
Eg haldi, at politikarnir hava skyldu at svara hesum, og sjálvt løggmaður, Kaj Leo eigur og skal koma við einum svari uppá, hvussu tað ber til, at so stórur munur kann gerast á fólkinum, sum hann sjálvur eigur at verja.









