Syðradalur, Kalsoy: Tað verður hátíðardagur í Syðradali, tá gestir í hópatali koma í oynna týsdagin.
Hesi seinastu tvey árini hava fólk kunnað fylgt við arbeiðinum at gera samferðsluhavnina lidna.
Eftir ætlanini skuldi arbeiðið verða liðugt í desember í fjør, men orsakað av veðri, kann hon fyrst nú takast í nýtslu. Kostnaðurin fyri arbeiðið er 21 mió. kr. hóast hesar seinkingarnar.
Nú samferðsluhavnin er liðug er kortini eftir at asfaltera atkomuvegin og økið, har bilar skulu standa. Hetta verður gjørt í næsta mánaði.
Røður og fýrverkarí
Hátíðarhaldið týsdagin byrjar kl. 15:10, tá strandferðsluskipið Sam leggur at í nýggju samferðsluhavnini. Tað verður eisini hetta skipið sum í framtíðini fer at røkja sambandið millum Kalsoynna, Leirvík og Klaksvík.
Á havnaøkinum verða síðani hildnar fleiri røður. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, fer fyrst at lata Strandferðsluni samferðsluhavnina til nýtslu, áðrenn umboð fyri Strandferðsluna bera fram eina heilsan.
Síðani fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, orðið. Hann sker snórin og er samferðsluhavnin tá alment tikin í nýtslu.
Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsar kommunu, verður seinasti røðarin og ætlar hann m.a. at bjóða øllum, sum eru komin at hátíðarhalda nýggju samferðsluhavnina, til døgurða um kvøldið á Húsum.
Tá røðurnar eru hildnar, bjóðar Landsverk breyð við føroyskum viðskera og okkurt afturvið. Breyðið verður keypt frá skótunum í oynni.
Barskor, sum hevur siglt á Syðradal í mong ár, fer at liggja við bryggju, og høvi verður hjá fólki at fara umborð.
Tey, ið hava áhuga fyri tí, fáa eisini møguleika at sigla seinasta túrin við Barskor, tá hann saman við Sam umleið fer av aftur Syðradal seinni um kvøldið.
Tá fara eisini Klaksvíkar og Húsar kommunur at heilsa skipunum báðum við fýrverkaríi.
Eini 200 fólk væntast at taka lut í hátíðarhaldinum.