Kalsø á aðalfundi hjá UNESCO

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er í hesum døgum í París á 37. aðalfundinum hjá UNESCO, ið er ST stovnur fyri útbúgving, vísind, mentan og samskifti

Í tíðindaskrivi til miðlarnar verður sagt, at landsstýrismaðurin – umframt at taka lut á sjálvum aðalfundinum – eisini hevur fleiri fundir við umboð fyri UNESCO um føroysk áhugamál. Fundir hava verið millum landsstýrismannin og varastjóran fyri mentanarøkið í UNESCO,  Francesco Bandarin og varastjóran fyri World Heritage Centre, Dr. Mechtild Rӧssler.

 

Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin verið á fundið saman við hinum norðurlendsku ráðharrunum við kinverska forsetan fyri aðalfundin, Mr. Hao Ping.

 

- Tað er umráðandi, at vit hava ein virknan lut í UNESCO nú vit eru vorðin atlimir, og leggur afturat, at tað er umráðandi, at  vit gera vart við føroysk viðurskifti og kunna okkum um ymsu UNESCO sáttmálarnar á mentanarøkinum, nú fyrstu fetini skulu takast á hesum øki, sigur Bjørn Kalsø.

 

Í føroysku sendinevndini eru Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum og Armgarð Weihe, fulltrúi. Í komandi viku fara Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins, at umboða føroysku UNESCO nevndina á fundum innan vísind og mentan.