Kallsevni og Grímur Kamban, sum samtrola, landaðu í dag. Teir høvdu tilsamans 180.000 pund. Annar landaði í Skopun og hin í Klaksvík.
Teir fóru til fiskiskap 22. juni.
Seinnapartin í dag komu teir á Sørvág, har teir beinanvegin fóru at gera klárt til nýggjan túr, teir tóku ís og olju, eisini vóru ymsar ábøtur gjørdar.
Ætlandi fara teir nýggjan túr fyrrapartin í morgin.