Partrolararnir Kallsevni og Grímur Kamban komu á Sørvág tíðliga í morgun. Teir landa til Landingarmiðstøðina í Sørvági, teir hava tilsamans 240-túsund pund, meginparturin er upsi.
Kallsevni og Grímur Kamban byrjaðu túr 3. oktober, teir hava roynt eystanfyri.
Ætlandi fara teir nýggjan túr leygarkvøldið.