Kallsberg fortaptur í allar ævir

Tað var ein løgin kensla, eg sat við tá formannsrundan var liðug valkvøldið. Eg krympaði tær og var flovur. Eg var vitni til, at besti umtókti løgmaður í nýggjari tíð, ella í hvussu er síðan meiningakanningar gjørdust vanligar í Føroyum, og sigursharri við valið 2004, varð dømdur til fortapilsi og eviga politiska glatan av flokksformonnunum í tjóðveldisflokkinum, javnaðarflokkinum og sambandsflokkinum. Løgmaður kann ikki gerast nýggjur løgmaður ella landsstýrismaður í eini nýggjari samgongu við tjóðveldisflokkinum, javnaðarflokkinum og sambandsflokkinum.
Og hví sigi eg fortaptur til eviga politiska glatan? Jú, tí ein flokksformaður, sum ikki kann gerast løgmaður, kann heldur ikki nýtast sum formaður í flokkinum og tað merkir, at hann er næstan uttan politiska ávirkan og er eitt haft um beinin á fólkaflokkinum heldur enn drívmegi. Tit siga ein politiskan deyðadóm yvir ein demokratiskt valdan sigursharra og tit halda hansara stuðlum í Klaksvík og Norðoyggjum beinleiðis til gjøldur.
Eg eri ein vanligur borgari og tit flokksformenn ørkymla meg í tykkara logikki. Hvussu ber tað til, at ein persónur verður mettur til at skikkaður til at vera løgtingsmaður, men ikki til at sita í landsstýri?
Fyri meg eru hetta ódámlig signal tit senda út til okkum borgarar. Menniskjaligu krøvini til løgmann kunnu ongantíð verða størri enn til ein tingmann. Løgtingið er suverent yvir øllum, eisini yvir løgmanni og tí mugu krøvini til teir sum manna løgtingið verða minst líka stór, um ikki størri, enn til løgmann, sum tingið til ein og hvørja tíð kann steðga við at atkvøða móti hansara politikki.
Mín atkvøða fer ikki til fólkaflokkin, men eg kann ikki bara mær at vísa mín harm yvir vantandi virðingina fyri fólksins vilja, sum teir tríggir flokkformenninir vístu valkvøldið. Eg ivist onga løtu í, at orsøkin til greiðu støðuna hjá hinum trimum stóru flokkumum um at avseta okkara populerasta løgmann í nýggjari tíð, einki sum helst hevur at gera við fyrnaða og avgreidda málið um óregluligar flytingar norðuri í Sundi fyri 20 árum síðani. Tað hevur heldur einki at gera við Anfinn´sa handfaring av málinum síðan. Orsøkin skal heldur leitast í øvund. Øvund yvir, at Anfinn hevur megnað at fáa so stórt álit millum fólk, sum hann hevur í dag. Tað er nokk ein svárur biti at svølgja hjá tykkum. Aftaná lemjandi kritikki í bókini Skjót Journalistin og alt rumblið aftaná, so megnar løgmaður at koma út úr valinum sum ein sigursharri við fleiri persónligum atkvøðum enn tveir av teimum trimum dømandi flokksformonnunum.
Mín logikkur er sólarklárur. Er Anfinn skikkaður av vera tinglimur, so er hann eisini skikkaður at vera løgmaður. Er Anfinn ikki skikkaður at vera løgmaður ella landsstýrismaður, so her hann heldur ikki skikkaður at sita á tí høga tingi. Um ikki, hvussu skal eg og aðrir borgarar hava virðing fyri løgtinginum. Hevur ein ivasom fortíð ongan týdning í løgtinginum, er gáttin í tinginum lægri enn í Tinganesi?
Spurningurin er so um politiski deyðadómurin yvir Anfinn verður broyttur í framtíðini, soleiðis at hann aftur kann fáa álitisstørv Fara vit at síggja Anfinn aftur á politiska pallinum eftir eitt komandi val.Tað sum eg sat eftir við eftir formannsrunduna valkvøldið var, at deyðadómurin stendur við, og verður ongantíð broyttur, og er tá ikki løtan komin, at reinførið hjá øllum nývalda tinginum, eisini teimum heilt nýggju, verður kannað einaferð med alla og tann sum er reinur kastar fyrsta steinin?
At enda tillukku við valinum Anfinn. Demokratið røkkur ikki altíð so langt. Tað sanna orðini hjá danska skaldinum. "....um flest merkir best, ella barasta flest..."

Hellurnar 22. januar