Eg vænti, at vit fara at senda boð eftir pørtunum seinnapartin í morgin, týsdagin. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Fríggjakvøldið varð hann biðin at mekla í ósemjuni ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar. Tey hava samráðst um ein nýggjan sáttmála í nakrar vikur, men fríggjakvøldið góvu tey skarvin yvir og sendu boð eftir semingsmanninum.
Tað fyrsta, Terje Sigurðsson gjørdi, var, at hann útsetti eitt verkfall í sjey dagar og síðani hevur hann biðið stríðandi partarnar um at útvega sær alt neyðugt tilfar í málinum so at hann fær gjørt sær eina greiða mynd av støðuni.
Og hann sigur, at gongst sum ætlað, er hann at kalla arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar til fundar seinnapartin í morgin.
Semingsmaðurin hevur heimild til at útseta eitt verkfall eina ferð í sjey dagar, so tá ið samráðingarnar verða tiknar upp aftur, verður samráðst til tað røkkur ella støkkur.
Terje Sigurðsson vil illa meta um, hvussu langt tað er ímillum partarnar. Men tað er í hvussu so er so mikið langt ímillum, at teir klára ikki at loysa knútin sjálvir, leggur hann kortini afturat.
Hetta er annars fyrstu ferð síðani í 2010, at arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir hava verið noytt at senda boð eftir semingsmanninum.