Edmund Joensen heldur, at samráðið, sum Føroyanevndin í morgin skal hava um Eik Banka, er eitt fjølmiðlashow, sum skal órógva viðurskiftini millum Føroyar og Danmark Kollegin hjá Høgna Hoydal í Fólkatinginum er ikki fegin um, at tjóðveldismaðurn hevur kallað vinnumálaráðharran Brian Mikkelsen í samráð í Føroyanevndini fyri at svara spurningum um húsagangin hjá Eik Banka.
Edmund Joensen heldur, at Høgni Hoydal og Tjóðveldi brúka eitt hvørt høvi til at skapa órógv og seta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í eitt keðiligt ljós.
- Høgni Hoydal vil ikki fegnast um, at ongin føroyingur hevur mist uppspardar pengar, og at landskassin ikki hevur sett so mikið sum eina krónu til. Øll vita, at skipanin í Ríkisfelagsskapinum bjargaði Føroyum undan húsagangi, tá Eik Banki fór á húsagang. Tað pínir Høgna, heldur Edmund Joensen.
Samráðið í Føroyanevndini verður kl. 11.30 í morgin.