Kalla nýggja flokkin á Tvøroyri Kristin-Demokratar

Á Tvøroyri hava tey longu sett navn á nýggja flokkin hjá Kristin Michelsen, sum sá dagsins ljós í gjár, tá sjey fólk – summi uttan at vilja ella vita tað – vórðu sett á nýggjan listan, sum millum manna longu hevur fingið navnið »Kristin-Demokratarnir«.

 

Seinast Javnaðarflokkurin á Tvøroyri fór í tvey, fekk nýggi listin heitið Sosialdemokratarnir. Tað var í 1984, at persónligt klandur og stríð kloyvdi Javnaðarflokkin í gomlu javnaðarháborgini hjá Peturi Mohr Dam.

 

Til tey næstu valini vóru tveir javnaðarlistar á Tvøroyri. Ein hjá Tvøroyrar Sosialdemokratiska felag og ein hjá Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag, sum seinni stillaði upp á felagslista saman við ørðum.

 

Men í 2000 vóru sárini so frægt lekt, at javnaðarfeløgini bæði kundu semjast um ein lista. Tveir av býráðslimunum hjá Tvøroyrar Sosialdemokratiska felag, Sverri Midjord, sáli, og Jóannes Eidesgaard, stillaðu ikki uppaftur. Nýggi samanlagdi javnaðarlistin fekk trý umboð vald og skipaði samgongu saman við lista D og lista B.

 

Kristin Michelsen var tá ikki vorðin javnaðarmaður. Hann var tjóðveldismaður, og valdur í býráðið á lista D.

 

Í 2004 konverteraði Kristin Michelsen til javnaðarmann og stillaði upp á Javnaðarlistanum. Síðani tá hevur javnaðarlistin aftur havt reinan meiriluta í býráðnum, eins og flokkurin hevði fyri kandursárið 1984.

 

Eftir 16 ár í klandri og 16 ár í semju eru javnaðarfólkini aftur farin at klandast á Tvøroyri. Hesaferð var ein útbrótari – sum ikki gjørdist sosial-demokratur, men kristin-demokratur.

 

Kristin Michelsen vissar um, at í løgtinginum er hann sosialdemokratur og løgmanni, Javnaðarflokki og samgongu lýðin.

 

»Traditionen tro«, so finna tey saman aftur á Tvøroyri – men tað verður so ikki fyrr enn í 2032 – um tey gera, sum tey plaga...