Joe Kinnear er fyrrverandi venjari í Premier League felagnum, Newcastle ,og legði grundina til niðurflytingina í 2009. Hann fekk um várið 2009 eitt hjartaslag, og tað var tí Alan Shearer, sum var venjari, tá felagið flutti niður.
Írski Joe Kinnear er ikki serliga væl umtóktur í Newcastle, so tá hann knappliga í gjár varð útnevndur til nýggjan ítróttarstjóra í felagnum, vórðu bæði fjepparar og miðlarnir ovfarnir.
Og nú hevur komandi ítróttarstjórin gjørt seg sjálvan enn minni umtóktan eftir eina radio samrøðu, sum fór heilt av kós.
Alt byrjaði við, at Kinnear kallaði stjóran í Newcastle, Derek Llambias, fyri Lambezee. Men hetta var bert byrjanin, tí hann skifti navnið hjá Yohann Cabaye út við Yohann Kebab, meðan Shola Ameobi bleiv til Amanobi, Jonas Guitterez er nú Gaultiterez.
Joe Kinnear pástóð eisini, at hann hevði spælt fleiri enn 400 dystir fyri Tottenham - rætta talið var 258. Somuleiðis segði hann, at hann sum Wimbledon venjari hevði keypt Dean Holdsworth fyri 50.000 pund. Rætta talið har var 720.000 pund.
Hann segði eisini í somu samrøðu, at hann varð valdur til ársins venjara tríggjar ferðir, men tann heiðurin fekk hann bert í 1994.