Toppskjúttin hjá danska 2. deildarfelagnum Avarta, Jesper Fosgaard, var um vikuskiftið vístur av vøllinum, eftir at hann hevði kallað ein mótstøðumann, sum ikki er dani, fyri eina apu.
- Hetta var als ikki rasistisk hugsað, men bara eitt orðaval, sum vit ofta brúka í okkara egna felag. Tað var óheppið at brúka júst hatta orðið, men eg kundi ikki funnið upp á at verið rasistiskur mótvegis nøkrum, sigur Jesper Fosgaard við bold.dk.