Kalla 90 ár

Í dag fyllir Kalla Samuelsen í Klaksvík 90 ár. Hóast høga aldurin, er hon enn áhugað í øllum tí sum rørist í samfelagnum

Í dag kann Kalla Samuelsen í Klaksvík hátíðarhalda sín nítára føðingardag. Hóast høgan aldurin, er hon púra klár og áhugað í øllum tí, sum rørist í samfelagnum.
Karolina Maria er dóttir Armgarð og Dávur Joensen í Klaksvík. Í 1933 giftist hon Petur Juul Samuelsen, sum var úr Leirvík. Tey fingu 6 børn, Sigrun, Gunnvør, Ásgerð, Rakul, Oddmar og Armgarð. Kalla eigur 11 ommubørn, og langommubørnini eru eisini 11 í tali.
Kalla býr enn í heimi sínum, har hon og Petur Juul á ungum árum settu búgv, nær barnaheimi hennara á Vágsheygnum.
Sum vanligt tá í tíðini, lærdi Kalla at arbeiða frá ungum av. Tey vóru nógv systkin, so har máttu nógvar hendur til, skuldi alt tað húsliga fáast frá hondini.
Men tað fall lætt hjá Kallu, sum ikki bara er eitt arbeiðsgrev, men eisini eitt serstakliga positivt menniska. Hon er ein av teimum, sum altíð er við tí góða orðinum. Tú hoyrir hana heldur ongantíð sigur eitt ilt orð um nakran.
Petur Juul hevði snikkaraverkstað, og búðu mangir lærlingar hjá teimum á Vágsheygnum. Seinni tá ið Petur Juul fekk sær heilsølu, og børnini vóru undankomin, hjálpti Kalla til við søluni og pappírsarbeiði í heilsøluni.

Túsundkunstnari

Kalla dugir alt og er sera fitt í hondunum. Tað er ikki smávegis av handarbeiði komið frá hennnara hond. Eitt nú broderar hon enn og tað, hon ger, er líka vakurt á ranguni sum á rættuni. Og hevur hon ikki stokkar ella nál millum fingrarnar, so loysir hon krossorðagátur ella leggur kabal.
Grønu fingrarnar hevur Kalla arvað frá forfedrum sínum, og tað sæst eisini aftur á vakra urtagarðinum uttan fyri húsini.
Kalla fostraði ommusonin Jørgen Dahl upp. Jørgen kenna mong frá tónleikinum. Tað gekk ikki altíð so friðarliga fyri seg, tá hann vandi, men hon var tolin, og væl spurdist burtur úr hjá ommusoninum.
Nú tyngjast fetini hjá Kallu, men enn sæst hon hvønn morgun fara til gongu í grannalagnum á Vágsheygnum, har hon hevur livað og virkað alt sítt lív.