Kall og TeleF samdust

Samráðingarnar í Íslandi millum Kall og TeleF bóru frukt, og nú verða fyritøkurnar báðar eftir øllum at døma lagdar saman.


 


Samráðingarnar millum tær báðar størstu privatu farskiftisfyritøkurnar í Føroyum, Kall og TeleF, um at kasta saman, hava borið frukt. Mikudagin fóru umboð fyri eigararnar handan báðar fyritøkurnar til Íslands at samráðast um samanlegging, og um vikuskiftið ljóðaði, at ein avtala var komin í lag.

Eingin vildi í gjár siga nakað nærri um hvat avtalan inniber, tí fyritøkurnar vildu kunna sínar smærru partaeigararnar fyrst.

Nevndarformaðurin í Kalli, Jens Kári Vilhelm, váttaði, at ein avtala var fingin í lag millum Kall og TeleF, men hann vildi einki siga um hvat nú fer at henda.

Sosialurin skilir tó frá øðrum keldum, at TeleF eftir øllum at døma fer í søguna sum fjarskiftisfyritøka, meðan Kall heldur fram.