Kall og Postverkið samstarv um teldupost

Nýggja telefelagið Kall og Postverk Føroya hava gjørt avtalu um samstarv um teldupost

 

 

Avtalan millum Postverk Føroya og Kall hevur við sær, at kundar hjá Kall fáa teldubústað sín røktan av Postverki Føroya.

 

Í tíðindaskrivi, sum Bergur í Garði, postverksstjóri og Bjarni Askham Bjarnason, stóri í Kall hava undirskrivað, verður sagt, at Postverk Føroya hevur góðar royndir í at umsita posthús, bæði vanlig og teldutøk.

 

? Kallfelagar fáa nú boðið ókeypis teldupostbústaðir, sum liggja á posthúsinum Kall.net, sum Postverk Føroyar røkir. Avtalan, sum er gjørd, fær gildi frá 1. juni 2001, siga teir báðir.

 

Við hesum hevur Postverk Føroya eisini traðkað inn í fjarskiftisheimin, og Postverkið væntar, at samstarvið við Kall fer at hava við sær aðrar møguleikar fyri samstarvi, t. d. sølu av kalltænastum, umsitan av alnetshandilshúsum o. s. fr. verður sagt í tíðindaskrivi frá stjórunum báðum.