Kall brúkarar óavmarkaða nýtslu

Í vikuskiftinum gjørdust fleiri talutíðarhaldarar hjá Kalli varugur við, at tað bar til hjá teimum at tosa í telefon, hóast ongin pengar vóru eftir á kortinum

Nakrar fáir talutíðarbrúkarar hjá Kalli fingu ein lítlan fyrimun í vikuskiftinum, tá eitt óhapp hendi, meðan fólk vóru í ferð við at gera eina umlegging av talutíðarskipanini. Onkur brúkari fann útav, at ein kundi tosað, hóast ongir pengar vóru eftir á kortinum. Sostatt bar til at tosa í telefon uttan at hava pening til tað. Hjá onkrum einstøkum var talan um heilt stóra upphædd, sum bleiv brúkt, áðrenn Kall fekk rættað mistakið.
Frá Kalli siga tey, at tað var eitt óhapp, sum hendi í sambandi við eina umlegging av skipanini, men Kall var so mikið skjótt úti um seg, at mistakið varð rættað skjótt.
? Nógv eru farin á minus, men í allarflestu førum er talan um heilt smáar upphæddir. Men onkur gjørdi kvetti, og fekk nýtt sína telefon heilt nógv, áðrenn mistakið varð rættað, siga tey frá Kalli.
Tey, sum hava havt ovurnýtslu í vikuskiftinum, kunnu tó ikki vænta sær eina eykarokning, tí hetta var eitt mistak hjá fyritøkuni. Og tískil verða øll talutíðarkortini justerað aftur á null, og ongin rokning send teimum. Og mugu tey bara keypa sær eitt nýtt kort, um tey skulu nýta telefonina aftur.