Kall eigur nú 15 prosent av føroyska GSM-marknaðinum.
Tað skrivar tíðindatænastan hjá Føroya Sparikassa á netinum.
Eftir bert fýra mánaðum er sætta hvør fartelefon í Føroyum á netinum hjá Kalli, og tað er skjótt atborið. Kall fór undir at bjóða GSM-tænastu um ársskiftið, og higartil hava 5.000 kundar roynt Kall GSM.
Bjarni Askham Bjarnason sigur, at orsøkin til hepnu gongdina er, at GSM-tænastan byggir á verandi kundagrundarlagið hjá Kalli, og at talutíðarframtakið Frælsi eydnaðist sera væl.
Um ársskiftið hevði Kall 21 prosent av fastnetfeløgunum í Føroyum, og tað er nakað meiri, enn fyritøkan hevði sett sær fyri.
Høvuðseigarar í Kalli eru Framtaksgrunnur Føroya, Kaupthing, Íslandssimi, Tallaton Holdin, Teletænastan og Notio.
Á Kalli starvast 12 fólk.