Kaliforniski statskassin hevur 24 milliardir dollarar í halli, og tað krevur munagóð tiltøk Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, hevur lýst statin í fíggjarliga undantaksstøðu. Tað ber millum annað í sær, at myndugleikarnir kunnu útskriva skuldarbrøv heldur enn at rinda sínar rokningar.
Sum er vanta 2,8 milliardir dollarar í tí kaliforniska statskassanum, og tað hevur noytt myndugleikarnar at seta fleiri sparitiltøk í verk. Eitt nú eru allar almennar skrivstovur stongdar tríggjar fríggjadagar um mánaðin, og tey 235.000 starvsfólkini fáa ikki løn fyri teir tríggjar dagarnar.
Kalifornia hevði 24 milliardir dollarar í halli seinasta fíggjarár, og Schwarzenegger og hinir politikararnir hava fingið 45 dagar til at finna pengar til hallið, skrivar AP.