Hóskvøldið lat upp finska framsýningin Kalevala í Norðurlandahúsinum.
Kalevala er finska tjóðkvæðið. Jóhannes av Skarði týddi til føroyskt og kom hetta út í 1993.
Tá sýninginlat upp, las Hedvig Westerlund, dramaturgur, upp úr Kalevala á finskum. Kristina Hansen og Súsanna Tórgarð lósu á føroyskum. Sera væl eydnað løta, serstakliga væl riggaði, tá lisið var á føroyskum við finska tekstinum í bakgrundini.