Stórabretland-Føroyar 19-16 (8-9):
Larnaca, Cypros: Sjálvrannsakan stóð á dagsskránni hjá føroysku hondbóltskvinnunum í gjárkvøldið. Hóast dysturin móti Stórabretlandi var ein av teimum, sum liðið átti at vunnið, so kiksaði tað nógva av tí, sum kundi kiksa í eini blanding av mentalum troyttleika og vantandi virðing fyri mótstøðuni, tá liðið spældi sær av við oddasesssin í bólki B.
Álopið koyrdi ongantíð
Fremst á skránni í fyrireikingunum til dystin var føroyska álopsspælið. Hóast bretsku kvinnurnar høvdu sýnt góðar taktir í sínum fyrsta dysti móti Cypros, so hevði liðið til tíðir ilt við at stilla vejruna rætt, og tað var nakað, sum okkara skuldu gera sær dælt av.
Men hetta kom ongan tíð til sín rætt. Ensku kvinnurnar tóktust hava tvey høvuðsmál í dystinum. At taka ferðina av dystinum, og annars at spurta heim við allari makt, so føroyska kontraspælið ikki fekst at rigga. Og báðir lutir eydnaðust eisini til fulnar.
Heldur enn at halda seg til avtalurnar, har bólturin skuldi koyrast skjótt runt, soleiðis at bakkarnir kundu krossa ella vengurnir kundu spælast fríir, gjørdist talan í alt ov stóran mun um sterila bóltflyting. Og mentalt vóru okkara als ikki til reiðar at lyfta uppgávuna, tá dysturin ikki varð avgjørdur mest sum av sær sjálvum.
Besta dømi um hetta var ivaleyst, at tað ikki eydnaðist okkara at vinna yvirtalsstøður. Ta einu ferðina enntá við seks móti fýra-
Gloymdu tað einfalda
Longu tíðliga í seinna hálveiki gjørdi Jakob Jónsson av, at tíðin nú var búgvin at senda Joan Midjord Djordjevic inn á vøllin, men heldur ikki hon megnaði at seta nakra serliga ferð á spælið, hóast avgjørt var við til at tippa nøkur av holunum í føroysku verjuni.
Bretlandi hevði tá byrjaði seinna hálvleik við trimum málum á rað, og so sóu tær av álvara møguleikan at gera nakað við føroysku favorittarnar, sum heldur ikki gjørdust sterkari av, at Unn Kragesteen keikti sær fótin.
Eftir hetta fingu okkara av álvara glið á verjuna, men álopið koyrdi framvegis út av lagi illa. Tær fáu ferðirnar, at okkara líka sum royndu at fara back to basics, læt hetta seg annars væl gera. Einar tríggjar-fýra ferðir varð spælt púrasasta einfalt, soleiðis at Durita Christoffersen kundi krossa inn av høgra bakki, og tá flaksaðu meskarnir handan bretska málverjan. Men alt ov ofta høvdu klossutir bóltmissir við sær, at álopini ikki endaðu við skoti, og bert tí einu ferðina eydnaðist at vinna seg upp á javnt.
Murphy’s Law
Avgerandi løtan var sum ikki einaferð, tá sjøtul varð settur á seinastu 10 minuttirnar. Men tá kiksaði tað mesta av tí, sum kundi kiksa.
Føroyska liðið yvirlivdi eina útvísing, tá Fríða Petersen fyrst bjargaði brotskasti og síðani hevði dupultbjarging í næsta álopinum. Men í álopinum var talan mest sum um Murphy’s Law, har alt gekk galið. Eftir seinastu føroysku skoringina, sum kom, tá góðir sjey minuttir vóru eftir, bar als einki til. Brotskast varð misnýtt, tá vit kundu javnað, og seinni varð spælt í yvirtali, uttan at hetta heldur gav nakað úrslit. Og tá okkara so satsaðu við panikskotum og offensivum verjuspæli seinastu løtuna, kundi mótstøðan taka seinastu luftina úr dystinum.
Mentalt troyttar
Kanska heur ein undirmeting av bretska liðnum sitið onkra staðni í høvdinum á føroysku spælarunum. Men hendan átti tó at verið minimal, tá tað alt fyri eitt stóð greitt, at hetta var ikki sama enska liðið, sum fekk bank fyri tveimum árum síðani.
Skal ein orsøk til tapið finnast, er hendan helst eins nógv mentalur troyttleiki, tí spælararnir sinniliga hava havt lítla og onga tíð at umstilla seg til kappingina. Tætt pakkaða skráin seinasta partin av kappingini hevði við sær, at liðið sjáldan var savnað til venjingar, og tí hevur hópurin ikki havt neyðugu stundirnar til at seta sær mál og í felag arbeiða ímóti hesum.
Frá beinkinum var hetta eisini sjónligt. Kanska var størsti trupulleikin ikki á høgra bakki, men ivaleyst kundu royndirnar og skotstyrkin hjá Simonu Hansen komið væl við, tá mest stóð á, men hesar sluppu ikki at standa sína roynd, tá Jakob Jónsson seinastu løtuna valdi at seta álitið á tær, sum hann kendi best frá heimligu kappingini. Við royndunum frá fleiri avgerandi dystum, har nógv stóð upp á spæl áttu Stjørnu- og Neistakvinnurnar kanska eisini at prógvað meira, men hesa ferð megnaðu hesar ikki at standa móti trýstinum.
Fakta um dystin
Stórabretland-Føroyar 19-16 (8-9)
10 min: 2-3
20 min: 5-6
40 min: 12-11
50 min: 16-14
Føroyskir málskjúttar: Durita Christoffersen 6, Fríða Marjunardóttir 4(2/3), Rakul Augustinussen 2(2/2), Unn J. Kragesteen 2, Ninna K. Hansen 1, Rebekka Justinussen 1, Fríða Petersen, Eli Staksund, Anja Heinadóttir, Joan M. Djordjevic, Anna Kristina Samson, Durita Ljósstein, Una Olsen, Tomma Petersen
Brotskøst: Bretland 3/2, Føroyar 5/4
Útvísingar: Bretland 3, Føroyar 3 (Durita Christoffersen 2, Una Olsen 1)









