Kaldur unglingi

Hóast hann telist millum teir yngstu hjá StÍF, so tóktist Sveinur Justinussen ikki hava nakrar trupulleikar av týdninginum av dystinum leygardagin

Meistari

Hann hevur longu verið róptur sum eitt hitt størsta talentið í føroyskum manshondbólti, og leygardagin sýndi hann, at hann eisini hevur sálarligu styrkina til teir stóru dystirnar.
Sum so ofta var Sveinur Justinussen ein av hornasteinunum í sigrinum hjá StÍF, og sæð í mun til aldurin, er hetta einki minni enn imponerandi. Men sjálvur helt unglingurin ikki, at hetta var so øgiligt.
- Sjálvandi ert tú spentur undan dystinum, men tað gloymir mann beinanvegin, sum dysturin byrjar. Tá ræður bara um at koyra á, og tað mundi eisini ganga so toluligt í dag.

Bert StÍF
Sum 19 ára gamal við einum ári eftir á miðnámsskúlanum er sjálvandi nærliggjandi at spyrja, hvørt Sveinur hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvar hondbólturin verður spældur eftir lokna skúlagongd. Og um hann hevur gjørt sær nakrar tankar um, at royna hondbóltseydnuna uttanlands.
- Neit, tað havi eg ikki. Fyri fyrst er tað bara StÍF, sum er aktuelt. Hvat eg geri eftir skúlagongdina, má eg so finna útav til ta tíð. Her heima er tað í øllum førum bara StÍF, sum telir, og tað skal vera eitt heilt fantastiska gott tilboð, um eg bara skal hgusa um at fara aðrastaðni, segði nýklækti meistarin at enda.