Kaldur januar í Noregi

Tað hevur verið óvanliga kalt í fleiri av grannalondum okkara í vetur. Norska tíðindastovan NTB skrivar, at í meðal frysti tað 8,1 stig í Oslo í januar, og tað er næstan fýra stig kaldari enn meðal undanfarin ár.

Samanumtikið var januar í ár tann kaldasti í Suðurnoregi síðani 1987, og nógvastaðni har suðuri í landinum var januar ein tann kaldasti, síðani mátingarnar byrjaðu fyri 110 árum síðani.

Harafturímóti hevur tað ikki verið óvanliga kalt í Norðurnoregi - bara 0,1 stig kaldari enn meðal, skrivar NTB.