Kaldir russar

Einki land hevur so stórar gassgoymslur sum Russland, men kortini stendur tað á hjá myndugleikunum at útvega fólkinum nóg mikið av gassi um veturin. Seinasta vetur, sum var tann kaldasti í Russlandi í mong ár, sveik gassið í trimum landspørtum, og í Moskva noyddust myndugleikarnir at skrúva eitt sindur fyri gassinum til fyritøkur og virkir, fyri at húsarhaldini kundu fáa nóg mikið. Tann stóri trupulleikin tykist vera, at gass er so bíligt í Russlandi, at fólk leggja ikki í at skrúva fyri ella at spara.