Kaldir dagar í væntu

Komandi dagarnar liggur eitt lágtrýst mest sum í stað yvir Norðhavinum, í ein landnyrðing úr Føroyar, og fyllist spakuliga. Eitt lítið lágtrýst beint sunnan fyri Førar fer í ein eystan og fyllist. Føroyar liggja í einum veikum ráki av kaldari luft við onkrum æli av norðri. Leygardagin mennist ein veikur hátrýstsryggur í Norðhavinum. Hetta gevur eitt skifti støðugari veður, men í næstu viku fer eitt djúpt lágtrýst frá Íslandi í ein landsynning móti Skotlandi, og brúgvaløg haðani, við regni, koma inn yvir Føroyar seint mánadagin ella týsdagin

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av norðri, 4 til 7 m/s, stundum í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Mest skýggjað og okkurt æl, men út á dagin sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 6 stig. Í kvøld og í nátt makar hann vindin í lot til gul av útnyrðingi, 3 til 6 m/s. Samdrigið og møguliga okkurt æl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, frost í støðum.

 

Dýra biðidag

Lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 7 m/s, sum seinnapartin øtlar í gul til stívt andøvsgul av norðri. Sólglottar, men eisini okkurt æl, møguliga sum vátaslettingur ella kavi í støðum. Hitin um dagin millum 4 og 6 stg, um náttina niður í 2 til 4 stig, í støðum um frostmarkið.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum um dagin makar niður í lot til andøvsgul av norðri, seinni ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Mest turt og stundum sólglottar. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina niður í 1 stig.

 

Sunnudagin

Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina skýggjað. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningni, um náttina av suðri og øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt, men um náttina regn. Hitin alt samdøgrið um 6 stig.

 

Týsdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og nógv regn og hitin millum 4 og 7 stig.