Kaldbaksvegurin skal gerast tryggari

Alt ov nógv álvarsom ferðsluóhapp henda eftir tí 10 km. langa Kaldbaksvegnum.

Men nú er nóg mikið: Ein royndarverkætlan um at tryggja ferðsluna byrjar longu í komandi viku. Hvønn einasta dag koyra millum 5000 og 8000 bilar eftir Kaldbaksvegnum.

Vegurin er væl úr hondum greiddur, men tað vísir seg kortini, at hetta er eitt av teimum vegastrekkjunum har tað henda sera nógv ferðsluóhapp.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við eini ætlan um, hvussu ein kann gera hetta vegastrekkið tryggari. Nú verður farið til verka við ymiskum broytingum fyri somuleiðis at tálma skjótu ferðsluni.

Í fyrsta lagi verður talan um eina nógv betri uppmerking at leiða ferðsluna við. Í øðrum lagi verður yvirháling ikki loyvd á fleiri longri strekkjum.

Nú verður á fyrsta sinni roynt at gera sonevndar rumlistrípur eftir øllum vegnum, bæði við vegjaðaran og eftir miðjuni av vegnum. Alt hetta verður gjørt fyri at forða ferðsluóhappum og vanlukkum á vegnum.

- Eydnast hetta væl, er ikki óhugsandi at vit gera eina líknandi verkætlan onkra aðrastaðni, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.

Fyrrapartin varð henda royndarverkætlan løgd fram. Hon verður sett í verk longu í komandi viku og verður liðug í summar.

Kostnaðurin er mettur til 300.000 kr. Men hesin peningurin er væl givin út, tá hugsað verður um endamálið, sum er at minka um talið av óhappum mest møguligt.