Hvønn einasta dag koyra millum 5000 og 8000 bilar eftir Kaldbaksvegnum.
Vegurin er væl úr hondum greiddur, men tað vísir seg kortini, at hetta er eitt av teimum vegastrekkjunum har tað henda sera nógv ferðsluóhapp.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við eini ætlan um, hvussu ein kann gera hetta vegastrekkið tryggari. Nú verður farið til verka við ymiskum broytingum fyri somuleiðis at tálma skjótu ferðsluni.
Í fyrsta lagi verður talan um eina nógv betri uppmerking at leiða ferðsluna við. Í øðrum lagi verður yvirháling ikki loyvd á fleiri longri strekkjum.
Nú verður á fyrsta sinni roynt at gera sonevndar rumlistrípur eftir øllum vegnum, bæði við vegjaðaran og eftir miðjuni av vegnum. Alt hetta verður gjørt fyri at forða ferðsluóhappum og vanlukkum á vegnum.
- Eydnast hetta væl, er ikki óhugsandi at vit gera eina líknandi verkætlan onkra aðrastaðni, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Fyrrapartin varð henda royndarverkætlan løgd fram. Hon verður sett í verk longu í komandi viku og verður liðug í summar.
Kostnaðurin er mettur til 300.000 kr. Men hesin peningurin er væl givin út, tá hugsað verður um endamálið, sum er at minka um talið av óhappum mest møguligt.
Broyta atferð
Arbeitt hevur verið við hesum verkætlanini í eina tíð. Hetta er alt gjørt í samstarvi við allar myndugleikar, sum hava við ferðslu og trygd at gera.
Serligar broytingar verða gjørdar við tey mongu vegamótini, til dømis til Kaldbak, Sandvíkarhjalla og Hvítanes.
Hin stóri spurningurin er, hvussu hetta fer at ávirka bilførararnir: - Er nøkur trygd fyri, at teir fara at fylgja øllum hesum nýggju ásetingunum?
- Tað ætla vit, at teir fara at gera, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í nevndini fyri Ferðslutrygd um hetta nýggja frambrotið í føroysku vegasøguni.
– Neyðugt er at bilførararnir snøgt sagt fara at broyta atferð!
Teir, ið hava lagt vegin hava gjørt sítt arbeiði, men nú er upp til tann einstaka bilføraran at fylgja teimum nýggju merkingunum, sum verða settar fram við vegnum.
- Bilførararnir mugu gerast bevístir um ferslutrygdina, og at teir tí vilja taka ímóti boðskapinum, sum er givin teimum, sigur Høgni.
Víst verður á, at koyrir ein við 80 km. ferð um tíman, tekur tað bert 7 ½ minutt at koyra úr Kaldbakstunlinum og suður til fyrstu rundkoyringina. Koyrir ein hinvegin 90 sparir ein bert 50 sekund.
Hinvegin kenna mong til trupulleikan, at ein bilur koyrir seint frammanfyri. Koyrir hesin 70 km. um tíman, so missir ein bert 64 sekund!
Meiri nágreiniligt verður sagt frá ætlanini í einum seinni blaði.