Fyrr í kvøld leiddi løgreglan ferðsluna eftir oyggjarvegnum, eftir at eitt ferðsluóhapp hevði við sær, at Kaldbaksvegurin varð stongdur Tveir bilar rendu saman við Sund, og alt fyri eitt fóru løgreglu- og sjúkrabilar á staðið.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tey enn ikki hava veruligt yvirblikk yvir, hvat er hent. Tó verður upplýst, at trý ella fýra fólk eru koyrd á sjúkrahúsið.
Kaldbaksvegurin varð alt fyri eitt stongdur, og beindi løgreglan ferðsluna eftir Oyggjarvegnum ístaðin, men nú ber aftur til hjá bilum at koyra eftir Kaldbaksvegnum, verður sagt.










