Eitt sterkt lágtrýst yvir norðurskandinavia gevur eitt rák av suðri og landsynningi av lýggjari og slavnari luft. Seinni í vikuni fer hátrýstið í ein sunnan og landsynning og gevur sum frá líður eitt rák av kaldari luft fyrst av landnyrðingi, seinni av eystri og landsynningi.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Sólglottar og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina av eystri, av suðri upp í strúk í vindi, 13 m/s. Turt og stundum klárt og hitin niður í frostmarkið.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, um kvøldið lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av eystri og landsynningi. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 0 og 4 stig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt kava- og vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 2 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av landnyrðingi. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, eitt skifti upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.