Kaldari um vikuskiftið

Petur Skeel Jacobsen væntar heilt niður í tvey stig leygardagin.

Sambært veðurforsøgnini hjá Peturi Skeel Jacobsen, eiga fólk at lata seg heitt í, bæði til mentanarnátt og landsdyst.

 

Seinnapartin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vestri og ælaveður. Hitin verður millum sjey og tíggju stig.

 

Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum trý og seks stig.

 

Leygardagin verður eitt gul upp í frískan vind av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum tey og fimm stig.

 

Sunnudagin verður frískur vindur av útnyrðingi, mánadagin verður frískur vindur av útsynningi. Turt og sólglottar og hitin millum fimm og níggju stig.