Kaldari á okkara leiðum

Tey næstu 10 árini verður tað kaldari á teimum norðaru leiðunum á Jørðini Tað næsta 10 ára skeiðið verður kaldari á okkara leiðum, tí at kreftirnar í náttúruni skúgva tann veksandi hitan á Jørðini til viks - í hvussu er eina tíð.

Tað er niðurstøðan í einari grein, sum fimm altjóða veðurlagsgranskarar hava skrivað í tíðartitið Nature, skrivar Jyllands-Posturin.

Granskararnir siga, at luftin yvir Norðuratlantshavinum, Evropa og Norðuramerika fer at kølna eitt vet, meðan hitalagið verður óbroytt yvir tí tropiskia partinum av Kyrrahavinum, tí náttúrligar veðurlagsbroytingar í Norðuratlantshavinum og tropiska Kyrrahavinum steðga í veksandi hitanum á Jørðini.