Køld luft við ælaveðri fer komandi dagarnar at streyma niður yvir Føroyar av landnyrðingi og norðri. Um vikuskiftið nærkast brúgvaløg oyggjunum av suðri og tað verður lýggjari.
Í dag verður lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Framvegis skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sum frá líður samdrigið og færri æl. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 stig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, fyrrapartin í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og okkurt ælið, partvís vátaslettingur og heglingur og hitin um 6 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, undir 8 m/s. Framvegis okkurt ælið, møguliga vátaslettingur og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, sum dagurin líður av eystri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt ælið, møguliga vátaslettingur og hitin um 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur og hitin millum 1 og 4 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður skýggjað og ælaveður ella seinni regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.