Sjógvurin kring Føroyar var kaldari og saltari í 2015 enn 2014. Tað vísir nýggjastu tølini fyri 2015 hjá Havstovuni, ið ger regluligar mátingar av hita og saltinnihaldi í sjónum kring Føroyar.
Sum heild vóru tølini í 2015 áleið tey somu sum undanfarnu tjúgu árini, tó at miðal hitin á landgrunninum var tann lægsti síðan 2000.
Serliga var tað summarið, ið var kaldari enn vanligt. Mánaðirnir mai til august vóru allir kaldari enn miðal, meðan serliga november var heitari enn ein miðal novembermánaði. Havstovan upplýsir tó, at seinastu 10 árini hevur hitin verið rættuliga støðugur og lutfalsliga høgur.
Viðvíkjandi saltinnihaldinum, so var tað hægri í 2015 enn 2014.
- Bæði á Landgrunninum og á opnum havið var saltinnihaldið tó eitt vet hægri í 2015 samanborið við 2014. Hetta er sama gongdin, sum sæst hjá okkara grannalondum, skrivar Havstovan á síni heimasíðu.