Havstovan skrivar í dag, at mátitólini hjá stovninum við Oyrargjógv váttað tað, sum vit øll hava vitað og sum tølini hjá donsku veðurstovuni DMI søgdu okkum, at mai, juni og juli vóru kaldari í ár enn vanligt.
Mátingarnar hjá Havstovuni vísa, at kalda luftin eisini ávirkaði sjóhitan á landgrunninum.
Havstovan hevur samanborið sjóhitan við Oyrargjógv við miðalhitan við Mykines, sum hevur verið mátaður mánaðarliga frá 1914 til 1969. Grafurin yvir vísir, at tað seinastu 10 árini hevur verið heitari við Oyrargjógv enn tað plagdi at vera við Mykines, men at mai, juni og juli í ár vóru kaldari enn vanligt. Havstovan skrivar á heimasíðu síni hav.fo, at seinast hetta hendi, var í 2002.