Kald mig bare Peter !

Smílið rakk útum skermin, tá Pætur við Keldu var ein av gestunum í vælumtóktu sendinigini "Gitið ein sang", sum SVF sendi fríggjakvøldið

Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík, Sosialurin: Fríggjakvøldið var klaksvíkingurin Pætur við Keldu við í donsku undirhaldssendingini "Gitið ein sang". Hóast navnið var orsøk til eitt sindur av byrjunartrupuleikum hjá vertinum Amin, so stóð Pætur einki aftanfyri hini.

Smæðin, men tó
Illa gekst hjá vertinum Amin at úttala navnið hjá Pætur, verturin fór enntá so langt sum at samanbera hetta við ein spiritus-prøva. Um Amin dumpaði ella ikki, skulu vit lata verða ósagt, men Pætur hjálpti honum uppá land aftur, tá hann skemtandi svaraði: Kald mig bara Peter !
Hóast Pætur virkaði eitt sindur smæðin í byrjanini, so var smílið alla tíðina við. Og smílið rakk nógv longur enn bara til upptøkutólini í Danmark. Pætur mundi verma manga føroyska stovu hetta kvøldið, kanska serliga hjá klaksvíkingunum, sum fjølmentir sótu framman fyri skíggjanum.

F sum Føroyar
Pætur prógvaði eisini rættiliga sína vitan innan gamlar Grand Prix-slagarar, tá hann fleiri ferðir kom við rætta svarinum til spurningarnar hjá vertinum.
Gamli hitt-sangurin "Krøller eller ej" hjá Tommy Seebach fekk Pætur upp av stólinum. Saman við Jeanett Debb og liðskiparinum Jens megnaði Pætur at fáa gott lag í allar áskoðararnar.
Tá sendingin leið móti endanum, fekk Pætur eisini til uppgávu at framføra lagið "Yesterday". Liðskiparin byrjar við klaver undirspælinum, men Pætur biður hann heldur flyta hann upp í F-dur. Onkur tók skemtandi til aftaná, at hetta var ein góður máti at fáa Føroyar settar í ljósið.