Á heimasíðuni hjá felagnum skemta tey við mongu leysasøgunum, sum eru at hoyra kring hópin hesar dagarnar. Millum annað skrivar heimasíðan, at Rógvi Jacobsen er vrakaður í byrjunaruppstillingini inn til hann hevur lært at eta færri kakur og minni góðgæti. Verður sæð burtur frá leysasøgum og skemti, so venur Hødd tvær ferðir dagliga nú teir eru í La Manga, umframt at tveir venjingardystir eru á skránni. Kappingin í Noreg byrjar 6. apríl, tá Hødd spælir ímóti SFK Sparta.