Kaktusblóman

Klaksvíkar Sjónleikarafelag leggur í hesum døgum ta seinastu hondina á fyrireikingarnar til skemtileikin Kaktusblóman, sum hevur frumframførslu leygardagin tann 21. februar

Eftir eitt sera stilt 2003, er Klaksvíkar Sjónleikarafelag á veg á pall við einum skemtileiki ella einari farsu, sum tað eisini verður nevnt.
Kaktusblóman, Fleur de cactus, er skrivaður av Jean Pierre Gredy og Pierre Barrliet.
Leikurin er eisini gjørdur til film í Hollywood. Í Cactus flower, ið er enska heitið, spældi Goldie Hawn saman við millum annað Walter Matthau og Ingrid Bergman.

Leikurin
Við einari ørgrynnu av misskiljingum og skjóttkoyrandi dialogum fúkandi um oyruni - og ikki minst vælsitandi og tvíkenda upprunasavninum "Kaktusblóman", er lagt upp til eina sera stuttliga farsu.
Julius er ímyndin upp á tann fulfíggjaða trussutjóvin. Tannlækni, væl fyri fíggjarliga, við villa og nýggjari elskarinnu hvørt vikuskifti. Fyri at sleppa undan pátreingjandi elskarinnum, sigur hann seg hava konu og 3 børn.
Hettar gevur trupulleikar, tá hann hittir tí eggjandi Antoniu, sum hann leggur ást á. Antonia tekur synd í konuni og børnunum, sum Julius sigur seg hava, og vil hitta tey fyri at vissa seg um, at tað ikki er hon, ið leggur seg ímillum hjúnarband teirra.
Fyri at ganga ynskinum hjá Antoniu á møti, fær hann kvinnuliga assistentin hjá sær, sum í duldum er skotin í Juliusi, vinfólk og klientar at hjálpa - og so er lagt upp til ein spennandi, og fyri okkum áskoðarar, sera stuttligan leik.

Spennandi andlit
Nú Kaktusblóman, Fleur de cactus, er týddur til føroyskt, av Andreas Justesen, Viðareiði, hava vit fingið nøkur kend andlit við. Hyggja vit eftir hvørjir leikarar eru við, so kunnu vit bert ímynda okkum, hvat er í væntu. Adelborg Linklett, Jan Gardar, Petur Simonsen, Durita Samuelsen, Ann Mari Jóhannesen, Bjarni Z. Dahl, Hans Hjalti Skaale og Aðalbjørg Linklett. Klaksvíkar Sjónleikarafelag er kent fyri sínar farsur og er kaktusblóman enn eitt boð uppá hetta.
Leikstjórnað hevur Egi Dam, og hevur hann enn einaferð megnað at víst síni kynstur sum leikstjóri.
Edward Fuglø er pallstjóri. Tað er altíð spennandi at koma til ein leik, har ið Edward hevur havt ein fingur við í spælinum.
Kaktusblóman hevur frumframførslu leygardagin 21. februar kl. 20 í Atlantis.
Meira fæst at vita um leikin og felagið við at vitja heimasíðuna hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum er www.kls.fo.