Kakerlakkar umborð á strandfaraskipi

Seinastu leygarnátt komu ferðafólk fram á kakerlakkar umborð á norska strandfaraskipinum Nordlys. Tað eydnaðist manningini at beina fyri teimum óbodnu ferðandi, og hóast væl varð leitað, vórðu ikki fleiri funnir.

 

Tá Nordlys kom til Tróndherim, fóru serkøn fólk umborð og kannaðu alt skipið, men tey funnu heldur ikki fleiri kakerlakkar.

Í Hurtigruten, sum eigur Nordlys, halda tey, at onkur hevur verið umborð og slept kakerlakkunum leysum, og felagið hevur tí meldað málið til løgregluna, sigur norska kringvarpið. Samstundis hevur reiðaríið sagt, at tað umhugsar at reisa endurgjaldskrav ímóti tí ella teimum, sum sleptu kakerlakkunum leysum umborð á Nordlys.